Wednesday, February 22, 2012

Mission: Impossible - Ghost Protocol (2011)

Leikstjóri
Brad Bird
Nú eru vit komin til tann nýggjasta "Mission: Impossible"-filmin. Eg var faktiskt sera áhugaður í at síggja hann, sjálvt áðrenn eg sá hinir filmarnir. Høvuðsorsøkin var, at hann er leikstjórnaður av Brad Bird. Hann er leikstjórin av "The Iron Giant", "The Incredibles" og "Ratatouille". Hann hevur gjørt sera góðir filmar og hetta er so hansara fyrsti filmur, sum ikki er ein teknifilmur.

Saturday, February 18, 2012

Mission: Impossible 3 (2006)


Leikstjóri
J. J. Abrams
Tann fyrsti "Mission: Impossible"-filmurin, sum varð leikstjórnaður av Brian De Palma, var sera góður og spennandi. Men tvey'arin, sum varð leikstjórnaður av John Woo, var tíverri ikki sera góður. Eg giti, at tað var m.a. orsakað av, at tey skiftu leikstjóra, tí stílurin var fullkomiliga broyttur. Nú eru vit so komin til trý'arin og tey hava enn einaferð skift leikstjóra. Hesuferð er tað J. J. Abrams, sum tekur yvir, og hann skuldi verið eitt gott val, tí hann hevur m.a. gjørt "Super 8" - ein filmur, ið mær dámdi sera væl.

Thursday, February 16, 2012

Mission: Impossible 2 (2000)

Leikstjóri
John Woo
Tann fyrsti "Mission: Impossible"-filmurin varð leikstjórnaður av Brian De Palma. Hesin er leikstjórnaður av John Woo og man sær sera væl munin. Stílurin er fullkomiliga broyttur. Eittarin var ein seriøsur actionfilmur, meðan hesin er meira yvirdrivin, ekstremur og óseriøsur - hann líkist meira einum Michael Bay-filmi. Og ta broytingina dámar mær ikki sera væl. Tað er gott, at tey ikki royndu at kopiera eittarin, men tann nýggi stílurin riggar bara ikki sera væl.

Tuesday, February 14, 2012

Mission: Impossible (1996)


Leikstjóri
Brian De Palma
Tom Cruise er ein tann kendasti sjónleikarin í heiminum. Nakrir av hansara kendastu filmum eru "Mission: Impossible"-filmarnir. Um man so ikki hevur sæð teir, so hevur man sikkurt í minsta lagi hoyrt temasangin. Men eg hevði faktiskt sjálvur ikki sæð teir, so nú havi eg sett mær fyri at hyggja eftir øllum filmunum - og sjálvandi eisini fýraranum, tá hann kemur í biografin. So nú byrja vit við eittaranum, "Mission: Impossible".

Friday, February 10, 2012

Yogi Bear (2010)

Instruktørur
Eric Brevig
Mær dámdi væl Yogi Bear, tá eg var smádrongur, og tá ið eg sá treylarin til hendan filmin, fekk eg sera ringar forvantningar. Treylarin er ein tann vánaligasti treylarin, ið eg nakrantíð havi sæð, og eg væntaði, at hesin filmurin fór at vera sera vánaligur og als ikki respektera teknifilmarnir. Nú havi eg so sæð hann og eg má siga, at hann er ikki so vánaligur, sum eg hevði væntað - men tó heldur ikki sera góður. Fyri meg er hetta ein hampuligur, men ikki sera minniligur filmur.

Saturday, February 4, 2012

Crazy, Stupid, Love. (2011)

Instruktørar
Glenn Ficarra
John Requa
"Crazy, Stupid, Love." er stutt sagt um ein mann, Cal Weaver (Steve Carell), sum fær hjartasorg, tá ið konan (Julianne Moore) brádliga sigur, at hon vil skiljast. Hann byrjar so at hanga út í einari barr og har hittir hann so ein ungan mann, Jacob (Ryan Gosling), sum ger av at læra honum at møta konufólk. Men søgan er faktiskt nógv meira innviklað enn tað.

The Adventures of Tintin (2011)

Instruktørur
Steven Spielberg
Mær dámdi sera væl "Tintin"-teknirøðirnar, tá eg var smádrongur. Tær innihildu spennandi søgur, gott skemt, dámligir persónar og flottan teknistíl. So at gera ein film burtur úr teknirøðunum er eitt gott hugskot, men tað krevir tey røttu fólkini. Og fólkini handan filmin eru so Steven Spielberg sum instruktørur og Peter Jackson sum produsari. Kann tað yvirhøvur verða betri?

Thursday, February 2, 2012

The Prestige (2006)

Instruktørur
Christopher Nolan
"The Prestige" er instrueraður av Christopher Nolan og tað var nóg mikið til at fáa meg til at hyggja eftir honum. Hví? Tí hann hevur eisini instruerað m.a. "Batman Begins", "The Dark Knight" og "Inception". Eg hevði eisini hoyrt góð ting um hendan filmin, so eg gav honum ein kjans, uttan at vita, hvat eg skuldi vænta. Og eg varð sera positivt yvirraskaður.