Eg vaks upp við teimum gomlu “Olsen Banden”-filmunum.
Eg
eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein
teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum
fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann
nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.
“2 Guns” er um tveir menn, Bobby Trench (Denzel
Washington) og Michael “Stig” Stigman (Mark Wahlberg). Teir ræna ein banka, men
finna síðan út av einum loyndarmáli um hvønn annan: Teir eru báðir “undercover”
njósnarir. Bobby arbeiðir fyri narkotikaløgregluni og Stig arbeiðir fyri
herflotanum. Síðan vísir tað seg, at bankaránið var ein fella. Teir hava av
óvart stolið frá CIA og tað skapar eitt størst rok. Nú noyðast teir at arbeiða
saman fyri, at koma burtur úr hesi kreppuni.
Ein av teimum kendastu leiklutunum hjá Vin Diesel er Riddick.
Hann var høvuðspersónurin í filmunum “Pitch Black” í 2000 og “The Chronicles of
Riddick” í 2004. Nú er tann triði filmurin í røðini komin út.
“Runner Runner” er um ein studentaskúlanæming,
Richie Furst (Justin Timberlake), sum skipar fyri “gambling” á skúlanum. Eitt
kvøldið satsar hann allar sínar pengar í einum pokerspæli á internetinum. Hann
tapir og missir alt, men er vísur í, at hann varð snýttur. Tískil ferðast hann
til Costa Rica, fyri at tosa við leiðarin av heimasíðuni; ein ríkur maður, sum
eitur Ivan Block (Ben Affleck). Ivan tekur væl ímóti honum og ger av, at geva
honum eitt arbeiði í sínum felagi.