Saturday, April 27, 2013

Iron Man 3


Marvel hevur gott skil fyri, at gera góðar superhetjufilmar. Teir flestu Marvel-filmarnir eru góðir og undirhaldandi, sum t.d. “Iron Man” og serliga “The Avengers”. Nú er tann triðji “Iron Man”-filmurin komin út.

Sunday, April 21, 2013

Oblivion


Nú er langt síðan, at eg havi sæð ein “science fiction”-film í biografinum. Tá ið eg hoyrdi um nýggja filmin “Oblivion”, gjørdist eg áhugaður. Hann sá sera flottur og áhugaverdur út. Hann hevði eisini Tom Cruise í høvuðsleiklutinum og Morgan Freeman í einum hjáleikluti. Hetta sá út sum ein lovandi filmur, sum kundi vera nakað serligt.

Tuesday, April 16, 2013

Kon-Tiki


“Kon-Tiki” er ein norskur filmur, sum er gjørdur eftir eina sanna søgu. Tað er søgan um eina ferð hjá normanninum Thor Heyerdahl. Eg visti lítið um filmin og søguna, men eg hevði uppdagað, at fólk vóru áhugað í at síggja hendan filmin. 

Friday, April 5, 2013

Klippfisk á ferð 2013


Klippfisk skipar í løtuni fyri einum tiltaki, sum eitur “Klippfisk á ferð”. Tey ferðast kring landið og sýna átta føroyskir stuttfilmar. Tað er eitt gott hugskot og ein góður máti at stuðla føroyingum, sum gera filmar. Mikukvøldið 3. apríl var tiltakið í Atlantis Bio í Klaksvík og eg fór at hyggja. Í hesum blogginum fari eg at siga frá í stuttum, hvat eg helt um filmarnir.