|
Leikstjóri Jon M. Chu |
Í 2009 kom ein actionfilmur út, sum æt “G.I. Joe: The Rise of Cobra”. Tað var ein filmur, sum var gjørdur eftir leikutoy-røðini “G.I.
Joe”. Eg rokni ikki við, at nógv minnast tann filmin, men nú er faktiskt ein
tvey’ari komin út, sum eitur “G.I. Joe: Retaliation”.
|
Leikstjóri Tom Hooper |
“Les Misérables” er ein av teimum kendastu
sangleikunum í heiminum. Nú er hann gjørdur til ein stóran sangfilm við m.a.
Hugh Jackman, Russel Crowe og Anne Hathaway. Eg havi ongantíð sæð leikin, so eg
fari ikki at samanbera filmin við hann. Filmurin er leikstjórnaður av Tom
Hooper, sum eisini leikstjórnaði “The King’s Speech”. Mær dámdi sera væl tann
filmin og mær dámar væl sangfilmar, so eg var áhugaður í at síggja “Les
Misérables”.
|
Leikstjóri Kim Jee-woon |
Í 1980’unum og 90’unum var Arnold Schwarzenegger ein
av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl
umtóktu actionfilmar, sum t.d. “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá
hann gjørdist guvernørur í Kalifornia, men í fjør byrjaði hann aftur sum
sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. Hesin filmurin, “The Last Stand”,
er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár.
|
Leikstjóri John Moore |
Bruce Willis hevur altíð verið kendur fyri filmsrøðina “Die Hard“. John
McClane fer altíð at vera hansara kendasti leiklutur. Nú er tann fimti filmurin
í “Die Hard”-røðini komin út. Mær dámar sjálvur sera væl “Die Hard”-filmarnir,
serliga eittarin og trýarin. Men eg væntaði lítið av nýggja filminum, ”A Good
Day to Die Hard”, tí hann hevði fingið sera ring ummæli.