Christopher Nolan hevur skrivað og
leikstjórnað m.a. "Inception", "Interstellar" og "The Dark Knight". "Dunkirk"
er hansara fyrsti krígsfilmur og er gjørdur eftir eina veruliga hending. Søgan
fer fram undir seinna heimsbardaga. Bretskir og franskir hermenn eru kringsettir
av fíggindum í Dunkirk, so bretska stjórnin roynir at fáa teir heimaftur.
Franski filmsframleiðarin Luc Besson
hevur leikstjórnað m.a. "The Fifth Element" og "Lucy", og skrivað allir
"Taken"-filmarnir. Eg var áhugaður í hansara nýggja filmi, "Valerian and the
City of a Thousand Planets", sum sigst at vera dýrasti filmurin, ið er
framleiddur í Fraklandi.