“Wanderlust” er um
eitt par, George (Paul Rudd) og Linda (Jennifer Aniston). Tey búgva í New York
og eru troytt av teirra lívi. Ein dagin verður teirra fíggjarliga støða so
ring, at tey fara á húsagang. George verður uppsagdur og Linda er arbeiðsleys,
so tey noyðast at koyra til ein annan bý fyri at flyta inn hjá beiggjanum hjá
George. Á vegnum yvirnátta tey í eini lítlari bygd, sum eitur Elysium. Tað er
eitt hippie-samfelag, har fólkini liva júst, sum tey ynskja, elska hvønn annan
og eru fullkomiliga avslappaði. George og Linda hava í byrjanini trupult
við at venja seg við teirra lívsstíl, men byrjar síðan at dáma tað. Tey gera tí
av at flyta inn í bygdina, fyri at sleppa burtur frá teirra gamla lívi.
Christopher Nolan er ein
av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “The Dark Knight”, “Inception”
og “The Dark Knight Rises” – tað er serliga Batman-filmarnir, sum hava gjørt
hann kendan. Men hann hevur eisini gjørt nakrir kendir filmar, sum komu út, áðrenn
hann byrjaði sína Batman-filmsrøð. Ein teirra er “Memento”, sum kom út í 2000.