Ein tann størsta føroyska filmsverkætlanin nakrantíð er sjónvarpsrøðin Trom. Hon er í seks pørtum og íspunnin úr skaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen. Hon er tøk bæði á Viaplay og Kringvarpi Føroya. Danski journalisturin Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen) fer heim til Føroya, tí hann fær eini boð. Ein ung kvinna, Sonja á Heyggi (Helena Heðinsdóttir), sigur seg vera dóttir hansara. Hon er aktivistur og heldur seg vera í lívsvanda. Men tá hann so kemur til Føroya, verður hon funnin deyð í Sandagerði.