Friday, December 31, 2021
The Shrink Next Door
Nú er nýggjársaftan og eg vil fegin gera okkurt øðrvísi. Hesuferð ummæli eg ikki ein film, men eina stuttrøð á Apple TV+. Seinastu árini havi eg verið meira drigin til sjónvarpsrøðir enn filmar, og serliga nú tá vit hava fleiri stroymingtænastur. Í fjør fór Will Ferrell í samstarv við Netflix, og úrslitið var ein stuttligur og sjarmerandi skemtifilmur um Eurovision Song Contest. Hansara næsta verkætlan var ein dramarøð á Apple TV+: The Shrink Next Door. Hetta er gjørt eftir eina sanna søgu. Marty Markowitz (Will Ferrell) stríðist við angist og fer tí til sálarfrøðingin Dr. Ike Herschkopf (Paul Rudd). Í byrjanini fær hann góða sálarliga viðgerð og teir gerast vinir. Men so byrjar Ike at yvirtaka alt lívið hjá Marty.
Subscribe to:
Posts (Atom)