Eg má viðganga, at eg havi ongantíð verið ein fjeppari av "Star
Trek". Eg havi ikki nakað serligt ímóti tí. Eg vaks bara ikki upp við tí og veit
ikki nógv um tað – men eg havi sæð fleiri brot. Tá eg so sá filmin "Star Trek" frá 2009, ið var ein spildurnýggj versjón av "Star Trek", var eg tí
fullkomiliga opin. Eg kravdi ikki, at hann skuldi vera eins og gomlu sjónvarpsrøðirnar
og filmarnir. Mær dámdi tann filmin faktiskt sera væl. Hann var ein sera góður "science fiction"-filmur við spennandi action og góðum persónum. Nú er
eftirfylgjarin komin út, sum eitur "Star Trek Into Darkness".