Arnold Schwarzenegger er farin aftur til ein av hansara kendastu leiklutum,
Terminator. Tað var torført at rokna út frammanundan, hvat hesin filmurin, "Terminator Genisys", fór at handla um. Hetta er tann fimti í røðini. Mær dámar væl eittarin og tveyarin. Satt at siga er "Terminator 2" ein av mínum yndisfilmum.
Nøkur ár eftir tann vánaliga "Terminator 3: Rise of the
Machines" kom tann fjórði filmurin út við heitinum "Terminator
Salvation". Hetta er tann fyrsti, sum ikki hevur Arnold Schwarzenegger í
høvuðsleiklutinum. Í staðin er høvuðsleikarin Christian Bale. Hann spælir ein
vaksin John Connor.
Eg ætli mær skjótt at hyggja eftir "Terminator Genisys", sum gongur í
biografinum – tann fimti "Terminator"-filmurin. Fyri nøkrum árum síðan ummælti
eg fyrsta og næsta filmin í røðini, so eg havi gjørt av, at skriva stutt ummæli
av trýaranum og fýraranum.
Hetta árið bjóðar nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar og ein teirra er fjórði "Jurassic Park"-filmurin. Parkin er nú opnað við heitinum "Jurassic World". Vit
fylgja tveimum dreingjum, sum eru ferðafólk í parkini, Owen (Chris Pratt), sum
venir dinosaurar, og Claire (Bryce Dallas Howard), sum er fyriskipari. Vísindafólkini hava skapt ein dinosaur, sum er gjørdur úr ymiskum sløgum. Tað vísir seg at hava
stórar fylgir.