
Mær dámdi sera væl hinir báðir filmarnir í røðini. Upprunaliga var "Unbreakable" ein sjálvstøðugur filmur og eingin visti av, at "Split" fór at vera ein eftirfylgjari. Tað var ein snild ætlan hjá Shyamalan at yvirraska øll við eini trilogi. Eg gleddi meg til "Glass", serliga fyri at síggja høvuðspersónarnir saman. Úrslitið er hampuliga gott, tó eitt sindur skuffandi. Hann megnaði ikki at vera fantastiskur ella líka góður sum hinir. Men hann er áhugaverdur og undirhaldandi.
Framførslurnar eru sera góðar og mær dámar best James McAvoy. Hann er framvegis fantastiskur og minniligur. Hesuferð sleppa vit at síggja fleiri nýggjar persónleikar og tað eydnast væl. Tað er ótrúligt, hvussu væl McAvoy klárar at spæla ymiskir persónar, og hann kann vera bæði stuttligur og dramatiskur. Tað er gott at síggja Bruce Willis aftur í einum góðum leikluti. Leikluturin hjá Samuel L. Jackson er ikki so stórur, sum eg hevði væntað, men hann er kortini sera góður. Harumframt fáa vit góðar framførslur frá Sarah Paulson og Anya Taylor-Joy.
Hetta er ein hampuliga góður og undirhaldandi filmur, men hinir báðir vóru munandi betri. Hann er ikki fantastiskur, tí søgan er eitt sindur tunn. Størstiparturin fer fram á sinnissjúkrahúsinum, so at David, Kevin og Mr. Glass kunnu fáa sálarliga viðger. Læknin (Sarah Paulson) viðger fólk, sum halda seg vera superhetjur. Tað er ikki eitt vánaligt hugskot. "Split" var eisini ein einføld søga, sum fór fram í einum avmarkaðum umhvørvi. Men trupulleikin er, at vit læra ikki nógv nýtt um persónarnir. Læknin greiðir oftast frá um ymiskt, sum vit longu vita frá hinum filmunum í røðini. Harafturat búgva teir í hvør sínum kamari og eru ikki savnaðir ofta.
"Glass" er kortini samanumtikið ein undirhaldandi, áhugaverdur og flott gjørdur filmur. Mær dámar væl, at hann sigur eina óvanliga og realistiska søgu um superhetjur. Myndatøkan er sera góð og kreativ, tónleikurin er góður og framførslurnar eru fantastiskar. Tað eydnaðist bara ikki at menna persónarnir líka nógv, sum M. Night Shyamalan kanska hevði ætlað. Hugskotið var eitt avmarkað umhvørvið, har ið tríggir persónar vórðu granskaðir. Úrslitið kundi verið betri, men vit fingu kortini ein hampuliga góðan og undirhaldandi film, sum er verdur at síggja. Óivað tann veikasti í røðini, men hongur væl saman við hinir.
3 / 5 stjørnur
Leikstjóri: M. Night Shyamalan
Handrit: M. Night Shyamalan
Leikarar: James McAvoy, Bruce Willis, Samuel L. Jackson, Anya Taylor-Joy, Sarah Paulson
No comments:
Post a Comment