Denis
Villeneuve er ein leikstjóri, sum er stutt síðan vorðin kendur. Tey seinastu trý árini hevur hann leikstjórnað m.a. "Prisoners" og "Sicario", og í løtuni er hann í holt við "Blade Runner 2049", sum kemur út næsta ár – eftirfylgjarin til
"Blade Runner" hjá Ridley Scott. Hansara nýggjasti filmur er "Arrival".
Bretska teknifilmsfelagið Aardman Animations hevur gjørt m.a. "Shaun the Sheep", "Chicken Run" og "Wallace and Gromit". Í 2011 gjørdu
tey ein teknifilm, sum er satt at siga ein av teimum bestu jólafilmunum, ið eg
nakrantíð havi sæð: "Arthur Christmas".
Í fjør byrjaði ein nýggj røð av "Star Wars"-filmum við "The
Force Awakens" – nummar 7 í røðini. Eftirfylgjarin kemur út næsta ár, so í ár
hava Disney í staðin gjørt ein annan film, sum fer fram áðrenn fýrarin – tískil
ein meira sjálvstøðug søga.