Fyri tveimum árum síðani ummælti eg "How to train your dragon 2". Mær dámdi
filmin væl og eg havi avgjørt, at eisini ummæla eittarin. "How to train
your Dragon" er um ein ungan neyðarsligan víking, sum eitur Hiccup (Jay
Baruchel) og er sonur høvdinganum, Stoick (Gerard Butler). Víkingar og drekar
eru fíggindar, sum altíð kríggjast. Men Hiccup verður vinur við ein dreka, sum
hann nevnir Toothless.
Mær dámar sera væl teknifilmar, men
eg havi ikki ummælt nógvir tilsamans. Síðan 2013 havi eg bert ummælt ein ella tveir um árið. Eg havi tí avgjørt, at ummæla ein tilvildarligan teknifilm hvønn týsdag í juli og august 2016. Onkur vika verður kanska lopin um, men
eg fari at gera mítt besta. Eg havi leingi ynskt at ummæla m.a. "The Lego Movie",
sum kom út í 2014.
Av øllum sjónleikarum, sum vanligt spæla í actionfilmum, so er Dwayne Johnson– eisini nevndur The Rock– ein av teimum, sum mær dámar best. Hann er sera dámligur og undirhaldandi í m.a. "Fast and Furious" røðini. Men hvat hendir, um man koyrir hann í ein actionskemtifilm saman við skemtaranum Kevin Hart?
Nú er tann fimti teknifilmurin í "Ice Age" røðini komin út. Manny, Diego, Sid og øll hini finna
út av, at ein halastjørna fer skjótt at oyðileggja jørðina.
Tískil fara tey í samstarv við Buck – sum var við í triðja filminum – og royna at steðga henni.
Shane Black er leikstjórin handan "Iron Man 3" og "Kiss Kiss Bang Bang" – ein stuttligur og undirhaldandi
krimiskemtifilmur við Robert Downey Jr. og Val Kilmer. "The Nice Guys" er tann
triði filmurin, sum hann hevur leikstjórnað. Hann er annars meira kendur sum
rithøvundur av fleiri filmum, sum t.d. "Lethal Weapon".