Wednesday, October 21, 2015

Back to the Future

Í dag er 21. oktober 2015 og í tí sambandi vil eg ummæla ein av mínum yndisfilmum, "Back to the Future", sum kom út í 1985. Í tvey’aranum frá 1989, "Back to the Future: Part 2", ferðast høvuðspersónarnir fram í tíðina til 21. oktober 2015, so hetta er ein serligur dagur fyri fjepparar.

Søgan er um ein tannáring í 1985, Marty McFly (Michael J. Fox), sum verður av óvart sendur aftur í tíðina til 1955, orsakað av eini tíðarmaskinu, sum ein uppfinnari, Doctor Emmet "Doc" Brown (Christopher Lloyd), hevur gjørt. Tá hann kemur til 1955, setir hann sína tilveru í vanda. Nú má hann loysa trupulleikan og fara aftur til framtíðina – við hjálp frá einum yngri Doc Brown.

"Back to the Future" er leikstjórnaður av Robert Zemeckis, sum eisini hevur gjørt m.a. "Forrest Gump" og "Cast Away". Hetta er ein av hansara fyrstu filmum og hann gjørdi eitt fantastiskt arbeiði. Eg havi sæð filmin fleiri ferðir, síðan eg var smádrongur, so hann er eisini nostalgiskur fyri meg. Hann følist ikki ov gamaldags, tá man hyggur eftir honum. Tað er ein klassikari, sum er framvegis minst líka góður. Ein orsøk er møguliga, at hóast hann er gjørdur í 1985, so fer ein stórur partur av søguni fram í 1955. Vit síggja ta tíðina frá sjónarhorninum hjá einum drongi, sum er komin úr framtíðini. Tað er eitt sjónarhorn, sum hóskar væl til okkum hyggjarar.

Handritið er fantastiskt og sera væl skrivað. Byrjanin presenterar persónarnir væl. Tá ið Marty so fer aftur til 1955, møtir hann persónar, sum hann kennir frá framtíðini, og sum hyggjari kennir man teir aftur m.a. orsakað av, hvussu tey uppføra seg og hvat tey siga. Alt er væl sett saman. Søgur um at ferðast gjøgnum tíðina plaga altíð at hava feilir, tí tað er ómøguligt at gera tað í veruleikanum. Hendan søgan hevur næstan ongar. Hetta er óivað tann besti filmurin um, at ferðast gjøgnum tíðina, sum eg havi sæð.

Hetta er eisini ein stuttligur filmur. Skemtið er gott og inniheldur stuttligar jokes um munin millum 50’ini og 80’ini. Dialogurin er sera góður og áhugaverdur, serliga frá Doc Brown. Christopher Lloyd gevur ta bestu framførsluna í filminum. Hann er sera undirhaldandi og minniligur. Doc Brown brúkar nógva tíð til, at greiða frá upplýsingum um teoriir og ætlanir. Tað kundi verið keðiligt, men tað riggar orsakað av bæði dialoginum og sjónleikaranum. Hansara dialogur greiðir frá øllum stutt og greitt, og Christopher Lloyd dugir væl at gera tað áhugavert og undirhaldandi at lurta eftir.

Allar framførslurnar eru góðar og øll spæla væl saman. Michael J. Fox er sera dámligur og góður sum Marty McFly. Lea Thompson er góð og sjarmerandi, Crispin Glover dugir væl at spæla ein smæðin nørdur og Thomas F. Wilson er undirhaldandi sum Biff Tannen. Tónleikurin hjá Alan Silvestri er fantastiskur og minniligur. Temasangurin er fangandi og undirhaldandi. Tað er eisini kul at hoyra nakrir undirhaldandi 80’ara sangir. Tá ið Marty McFly fer aftur til 1955, hoyra vit ein gamlan sang, "Mr. Sandman", og tað minnir okkum á, at vit nú eru stødd í 50’unum. Tað hóskar til søguna.

Klimaksið er sera spennandi og undirhaldandi. Effektirnar eru sannførandi og flott gjørdar, og tær verða ikki brúktar ov ofta. Hetta er ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð. Eg kann bert peika nakrar smáfeilir út, sum hava lítið at siga. Um tú vilt síggja ein fantastiskan, klassiskan, stuttligan og undirhaldandi film frá 80’unum, so viðmæli eg "Back to the Future".

5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Robert Zemeckis 
Leikarar: Michael J. Fox, Christopher Lloyd, Lea Thompson, Crispin Glover, 
Thomas F. Wilson 
Ár: 1985

No comments:

Post a Comment