Eg vil fegin onkuntíð ummæla ein
film, sum ikki gongur í biografinum og kanska er ókendur. Eg fór á Netflix og hugdi eftir einum
ókendum kærleiks-/ungdómsfilmi við heitinum "The Spectacular Now". Hann kom út
í 2013 og eg haldi, at hann hevur uppiborið fleiri hyggjarar.
Hóast mær dámar eittarin, so var eg
ikki áhugaður í "Taken 3". Tvey’arin var vánaligur og prógvaði, at tað var tíverri
óneyðugt at gera ein eftirfylgjara til "Taken". Eittarin og tvey’arin høvdu ymiskar
leikstjórar, og man sá væl munin. Eittarin var væl leikstjórnaður og tað var
tvey’arin ikki. Leikstjórin av tvey’aranum, Olivier Megaton, er komin aftur til
trý’arin.