Katrin Ottarsdóttir hevur givið út ein nýggjan film við heitinum "Ludo". Hetta er tann fyrsti føroyski
spælifilmurin síðan "Bye Bye Blue Bird" í 1999 – eisini gjørdur av
Katrini Ottarsdóttir.
Eg havi nevnt fyrr, at mær dámar
væl óseriøsar actionfilmar. Vit fingu slíkt undirhald við "The Expendables 2" og stutt síðani "Guardians of the Galaxy". Hesin filmurin, "The Expendables 3",
sá út til, at bjóða meira yvirdrivið, óseriøst og gamaldags undirhald.
Tann fyrsti treylarin fyri "Guardians of the Galaxy" kom út í
februar. Í byrjanini av árinum var eg ikki sera áhugaður í filminum, men tá eg
sá treylarin, broyttist mín meining fullkomiliga. Hóast hann var stuttur, so
var tað ein fangandi og genialur treylari. Tað var kul, at síggja stuttligt
skemt og hoyra poppsangin “Hooked on a Feeling”, meðan man sá kríggj og løgnar
superhetjur úti í rúmdini. Seinni gjørdist hetta tann filmurin, sum eg gleddi
meg mest til í summar.